valkyrjurnar.org

 

 

 Valkyrjurnar

 tankin  viljin  gerðin 

 

 

Áhugafelag fyri kvinnur í Suðuroy

 

       

 

 

Vælkomin til heimasíðuna hjá Valkyrjunum »

 

Støðan hjá einligum mammum og pápum í Føroyum

Pallborðsfundur á Seglloftium 14. november 2011

 

Mánakvøldið 14. november kl. 19.00 skipa Valkyrjurnar fyri almennum pallborðsfundi á Seglloftinum á Tvøroyri, har ljós verður varpað á liviumstøðurnar hjá einligum uppihaldarum í Føroyum. 

 

Familjumynstrið er broytt, og í modernaðu Føroyum gerast alsamt fleiri einligar mammur og pápar.

 

Hvussu er at liva sum einligur uppihaldari í okkara vælferðarsamfelagi ?

 

Felagsskapurin ”Í menniskjum góður tokki” veitti í fjør jólahjálp til fíggjarliga illa staddar familjur í Føroyum. Ein stórur partur av hesum familjum vóru einligir uppihaldarir.

 

Á ársfundi hjá KSF (Kvinnufelagssamskipan  Føroya) seinast vár, løgdu Valkyrjurnar fram uppskot um, hvussu vit sum kvinnufeløg kunnu stuðla ”Í menniskjum góður tokki”. Vit samdust um at hava ein pallborðsfund, har kvinnufeløgini kring landið varpa ljós á liviumstøðurnar hjá hesum familjum.

 

Við pallborðið hetta kvøldið sita ein landspolitikari, ein kommunalpolitikari, ein einlig mamma, ein einligur pápi, ein fakpersónur og eitt bankafólk.

 

Spurningarnir fara at snúgva seg um støðuna hjá einligum uppihaldarum, um tey sjálvi kenna seg aftur í trupulleikunum, sum ljós verður varpa á, hvørjar støður í gerandisdegnum eru serliga truplar, møguleikar at fáa lán / fíggjarligan stuðul og ikki minst, hvat tað er fyri eitt samfelag, vit vilja hava - skal tað vera rúm fyri øllum sløgum av familjum í Føroyum ?  

 

Kaffi og køka eru til keyps.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Almenn valcafé á Seglloftinum

 

 

Almenn valcafé verður á Seglloftinum á Tvøroyri, fríggjadagin 21. oktober kl. 18.00.

 

Valcafé´in verður skipað sum eitt pallborð, har tvey valevni - ein kvinna og ein maður - úr øllum politiskum flokkum, sum hava uppstilling í Suðuroynni, fara at greiða frá sínum sjónarmiðum, os síðan verður kjakast! Evnini, sum valevnini fara at viðgera eru:

 

Fólkatalið minkar!

Fólkatalið í Føroyum minkar - serliga í útjaðaranum. Og tað eru kvinnurnar, sum fyrstar eru at flyta, tað vísa hagtøl! Hvussu fáa vit vent hesi gongdini?

 

Møguleikar at mennast!

Heimssamfelagið setur stór krøv til okkum í dag um skúla og útbúgving. Hvussu menna vit okkara útbúgvingarstøðið - herundir fólkaskúla/eftirskúla, hægri lærustovnar og endurútbúgvingar møguleikar?

 

Tað eru Valkyrjurnar og Seglloftið, sum skipa fyri. Stílað verður fyri buffet, so man kann keypa sær ein góðan bita. Og so fer Johan í Kollafirði – sum einaferð stóða á odda fyri Stuttliga flokkinum – at krydda tiltakið, á sín serliga hátt!

 

Øll eru hjartaliga væl komin

 

 Valkyrjurøddir í Naddoddaneystinum á Jóansøku 2011

 

 

 

Fríggjakvøldið á Jóansøku bjóða Valkyrjurnar til “talkshow” í Naddoddaneystinum á Tvøroyri.

 

Gestirnir vera Aggi og Arnfríð, sum báðar eru við í Valkyrjunum, og sum flest øll nú kenna frá sjónvarpssendingunum Fólksins Rødd.

 

Tað verður Trine Joensen, sum fer at stýra prátinum, sum fer at snúgva seg um alt frá gerandisdegnum á bygd og í bý, kynsrollur, útjaðaraproblematik og visiónir og dreymar.

 

Tónleikinum fer Lív Næs at standa fyri!

 

Eisini verður eitt lítið sølutorg við myndlist, egg & kjøti, te & hettum, mandlubreyði v.m.

 

Tiltakið, sum er alment, byrjar kl. 20.00 og kostnaður 80 kr. Íroknað er ein aperitif.

 

8. mars hald á Seglloftinum 8. mars 2011 kl. 19

Komandi týsdag er altjóða kvinnudagur, og vit fara at hava tiltak á Seglloftinum við fyrilestri, tónleiki og mati.
 
Bergtóra Hanusardóttir fer at halda fyrilestur, Lív Næs stendur fyri tónleiki og Anna Kirstin ger mat. Kostnaður 130 kr.

 

Fyrilestur í Pubbini 10. Apríl 2010 um Kvinnur í Politikki

 

 

Leygardagin 10. apríl fer Óluva Klettskarð at halda almennan fyrilestur undir heitinum “Kvinnur í politikki í Føroyum”.

 

Óluva býr í Klaksvík, hon er útbúgvin cand. mag. í søgu og føroyskum máli og bókmentum, og undirvísir á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali og HF-skeiðnum í Klaksvík.

 

Óluva er júst vorðin aðalstjórnarforkvinna í Tjóðveldi, hon hevur eisini, í fleiri umførum, verið varafólk á tingi, og eitt stutt skeið var hon landstýriskvinna í mentamálum. Eisini er hon býráðslimur í Klaksvík. Óluva hevur skrivað partin um “Konufólk á tingi” í Løgtingssøguni, sum er komin út í trimum bindum.

 

Fyrilesturin verður á Pubbini hjá Thomsen á Tvøroyri leygardagin kl. 17.00 Tað eru Valkyrjurnar, sum skipa fyri.

Nýggj nevnd vald á aðalfundi 18. februar 2010

Valkyrjurnar høvdu aðalfund og sama kvøld var eisini eyka aðalfundur, hetta tí at viðtøkurnar vóru broyttar eitt sindur. Í nevdnini eru ikki longur 5 nevndarlimir og 1-3 eykalimir, ístaðin eru nú  3 nevndarlimir og 1-3 eykalimir. Trine Joensen, Eileen Sandá, Gunnbjørg Guttesen, Rakul í Gerðinum og Súsanna Bertholdsen ynsktu ikki afturval. Avgjørt varð, at Anna Mortensen og Annika Næs Johannesen halda fram sum nevndarlimir, og so vóru tvær nýggjar valdar í nevndina: Elin Dimon Næs er nú nýggjurn nevndarlimur og Arnfríð Vestergaard Hentze er eykalimur. Nevndin ætlar at hava felags leiðslu, tvs. ikki fasta forkvinnu, men sambært viðtøkunum eigur felagið at hava fastan kassameistari og verður tað Elin Dimon Næs sum kemur at røkja hesa uppgávu framyvir.

Valkyrjurnar takka teimum sum hava sitið í nevndini og ynskir tí nýggju nevndini alt tað besta.

 

Aðalfundur 18. februar 2010 í Pakkhús 4 á Tvøroyri

Valkyrjurnar hava aðalfund í Pakkhús 4 tórskvøldið 18. februar 2010 kl. 19.30. Fleiri í nevndini stilla ikki uppaftur, so vónandi eru aðrar klárar at taka yvir. Møtið fjølmentar!

 

Kvinnukafé við fýra áhugaverdum fyrilestrum og tónleiki í Kaféini hjá Thomsen 24. okt. kl. 13.

Katrina í Geil, designari, leggur fyri við fyrilsetrinum "Forvitin er fegin".
Síðani heldur Arnfríð Hentze, bóndi, fram við at siga frá tilveru sínu sum bóndi í Sumba.
So er ein støðgur har vit fáa okkurt gott at eta, meðan Trygvi Strøm og Sólfríð Bech syngja og spæla fyri okkum.
Næst á skránni er Barbara á Tjaldrafløtti, fulltrúi í Uttanríkisráðnum, ið fer at tosa um Føroyar í altjóða menningarsamstarvi.
Og at enda fer Søren Bruhn at tosa útfrá hesum orðum: "Kvinde kend dig selv og træf dine egne økonomiske valg."

Kostnaður: 75 kr fyri limir og 100 kr fyri ikki- limir.

Tú kanst tekna teg til tiltakið við at senda ein teldupost til: valkurjurnar@valkyrjurnar.org ella ringja til tlf.: 281885 í seinasta lagi mánadagin 12. oktobur.
 
 

Ársfundur hjá KSF var á Seglloftinum 30. mai

Leygardagin 30. mai kl. 12 varð ársfundurin hjá Kvinnufelaga Samskipan Føroya (KSF). Vit hava lagt myndir í myndasavnið. Fundurin var fyri allar kvinnur sum eru limir í einum av Kvinnufeløgunum í Føroyum sum eru við í KSF. Í ár vóru tað Valkyrjurnar, sum fyri fyrstu ferð stóðu fyri ársfundinum. Fundurin var rímuliga væl møttur og kjakast var um nógv ymisk mál umframt at tey ymisku feløagini kunnaðu um farna árið. Kvinnur úr øllum Føroyum luttóku. Eftir fundin varð farið útferð til nýggja Skúladepilin í Suðuroy. 

 

Binding og Design á Seglloftinum 23. mai kl. 13

Leygardagin 23. mai heldur Katrina í Geil fyrilestur um “Binding og Design”. Støðið verður tikið í føroyskari binding fyrr, nú og framyvir – frá bindisniðum á Føroya Fornminnissavni til catwalk í París og London.

 

Katrina er designari frá Designskolen Kolding, og hevur selt design til m.o Calvin Klein og Filippu K.

 

Fyrilesturin verður á Seglloftinum á Tvøroyri leygardagin 23. mai kl. 13:00 til uml. 15:00. Kostnaður 100 kr. (limir 70 kr.). Høvið verður eisini at keypa sær ein drekkamunn.

Tað eru Valkyrjurnar, sum skipa fyri, og øll eru vælkomin!

 

Gensplejsa soya – Vælsignilsi ella vanlukka  

Ónskvøldið 13. mai kl. 19:00 verður almennur fyrilestur á Seglloftinum á Tvøroyri, sum fer at snúgva seg um Argentina, gensplejsaðu soyabønina og vanlukkuligu fylgjurnar, sum veltingin hevur.

 

Argentina hevur havt eitt sera fjøltáttað landbrúk við alskyns avgrøði og varð einaferð kallað “heimsins frækornsgoymsla”. Í dag hvílur allur landbrúksbúskapurin á gensplejsaðum soya, sum verður velt á einum øki til støddar sum meir enn 3 ferðir Danmark. Soyabønin er gensplejsa fyri at kunna standa ímóti ókrútsdreparum sum Round Up og øðrum sproytievnum, sum í sjálvum sær eru sera umhvørvisskaðilig. Umframt hetta, so hevur eintáttaða dyrkanin av soyabønini, monokultururin, haft vanlukkuligar sosialar, vistfrøðiligar og búskaparligar fylgjur fyri Argentina. Avleiðingarnar eru m.a. skógaroyðing og burturrekan av fátækrum bóndum og upprunafólki.

 

Her í Føroyum finna vit gensplejsa soya eitt nú í fóuri til mjólkakýr, og í fóurblandingum sum seyðurin etur.

 

Lilian Joensen heldur fyrilesturin. Hon er hálvur argentini og hálvur føroyingur, uppvaksin í Buenos Aires, útbúgvin lívfrøðingur í Keypmannahavn og hevur argentinskan PhD í kyknulívfrøði. Í dag býr Lilian í Sumba og undirvísur á miðnámsskúlanum í Suðuroy.

 

Tað eru Valkyrjurnar, sum skipa fyri. Kostnaður 50 kr. fyri ikki-limir. Høvið verður at keypa sær ein drekkamunn.

 

Aðalfundur 26. januar 2009 kl. 20 í Ruth Smith Savninum

Nú er longu eitt ár farið um bak, síðan felag okkara Valkyrjurnar bleiv stovnað. Tað merkir samstundis, at tað er tíð til okkara fyrsta aðalfund. Hesin verður mánakvøldið 26. januar í Ruth Smith Savninum í Vági. Tað er í Gamla Skúla á Vágsvegi 101, 1. hædd. Uppskot til fundarskránna skulu sendast til nevndina seinast eina viku áðrenn fundin.

 

Fyrilestur um nýtíðar familjuna í Stóra Pakkhúsi 22. november kl. 14.

Leygardagin 22 nov. kl. 14.00 fer Sirið Stenberg at hava almennan fyrilestur undir heitinum "Nútíðar familjan". Sirið er útbúgvin heilsufrøðingur og starvast í Suðuroynni.

Fyrilesturin verður í Stóra Pakkhúsi í Vági kl. 14:00.

Tað er ókeypis fyri limir, meðan ikki-limir gjalda 50 kr. Møguleiki er at keypa sær ein te- ella kaffimunn.

 

Valkafé fyri kvinnuligu valevnini í Suðuroy 8. november

 

Leygardagin 8. November 2008 kl. 14 skipaðu Valkyrjurnar fyri valkafé fyri kvinnurnar í Suðuroy, sum stillaðu upp til bý- og bygdaráðsvalið. Fundurin var á Seglloftinum á Tvøroyri. Valkyrjurnar tóku tráðin upp frá fyrra tiltakinum, sum setti “Fokus á kommunusamanlegging”. Panelfundur var í tveimum skiftum, ein kvinna frá hvørjum lista legði fram áðrenn pausuna, og so varð skift út aftaná støðgin. Ikki allir listar vóru umboðaðir og ikki allar tordu at luttaka, men tær sum tordu vóru hóast alt ikki so fáar, og gott kjak var eisini. Fleiri av kvinnunum royndu seg fyri fyrstu ferð við at tosa í mikrofon, so hetta var eisini góð venjing í at traðka fram alment. Yvirorðnaða evni var kommunusamanlegging, men eisini onnur evni vóru frammi. Eyðun Nolsøe spældi og sang áðrenn fundurin byrjaði og í støðginum. Sera positivur fundur, har kvinnurnar í Suðuroynni høvdu orðið.

 

Gott kjak um kommunusamanlegging í Suðuroy


Mynd: Anna Brattaberg Samuelsen, orðstýrari, Anna Mortensen, forkvinna í Valkyrjunum, Rodmund Nielsen, fyrrv. borgarstjóri í Runavík, Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági og Pauli Einarson, varaborgarstjóri á Tvøroyri. Søren Bruhn manglar á myndini.


Valkyrjurnar eru væl nøgdar við fundin, sum vit skipaðu fyri í Vági um kommunusamanlegging. Bæði suðringar og fjølmiðlar hava víst fundinum stóran áhuga. Blaðfólk frá Sosialinum/Portalinum var eisini við á fundinum. Eitt sum kanska gjørdi onkran bilsnan, var tað, at borgmeistarin í Vági, Kirstin Strøm Bech, sum fyrr hevur verið ímóti, at Suðuroyggin skuldi gerast ein kommuna, nú hevur broytt støðu og erligt greiddi frá, at hon hetta seinasta árið hevur broytt støðu hesum viðvíkjandi. Hon leggur tó treytir við og vil ikki leggja saman við Tvøroyrar kommunu fyri ein hvønn prís. Tað vóru fleiri av fundarfolkunum, sum søgdu seg taka hattin av fyri Kirstin, av tí at hon hevði dirvi til at siga frá um sína broyttu støðutakan. Kirstin Strøm Bech mælir til, at ein nevnd verður sett við umboðum fra øllum kommunum í Suðuroy og fakfólkum, sum kunnu viðgera spurningin um samanlegging og gera uppskot til sáttmála, sum borgarnir so kunnu taka støðu til. Fleiri meiningar vóru, um hvørt hesin sáttmálin skal vera umfatandi ella heilt stuttur. 

Jógvan Mørkøre segði eisini nøkur orð um arbeiðsritið, sum Granskingardepilin fyri Økismenning júst hevur almannakunngjørt í dag (1. oktober 2008), álitið, sum er á 19 síður og ber heitið "Tilgongd til kommunusamanlegging í Suðuroy" er at finna á http://www.region.fo/Arbeidsrit/Arbeidsrit_19-2008.pdf. At enda takkaði Eileen Sandá frá Valkyrjunum fyri ein góðan, áhugaverdan fund og eitt gott kjak.

Myndir frá fundinum.

 

Fokus á kommunusamanlegging í Suðuroy

Ónskvøldið 1. oktobur kl. 19:00 skipa Valkyrjurnar í Suðuroynni fyri almennum fundi í VB-húsinum, sum setur fokus á kommunusaman-legging. Luttakarnir á fundinum verða Kirstin S Bech, borgarstjóri í Vági, Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, Rodmundur Nielsen fyrrverandi borgarstjóri í Runavík og Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa. Anna Brattaberg Samuelsen verður orðstýrari.


– Tað verður tosað nógv um kommunusamanlegging ymsastaðni í landinum, og sum skilst, so hevur nýggja landstýrið ætlanir um, at kommunureformurin, við 7 kommunalum eindum í landinum, skal gerast veruleiki í komandi valskeiði. Tað er av alstórum týdningi, at man eisini í Suðuroynni tekur henda spurning upp, so vit ikki enda við at verða tvungin saman. Tí bjóða Valkyrjurnar til almennan fund við vón um, at seta eitt kjak ígongd, sum snýr seg um samanlegging, nú undan kommunuvalinum 2008.

 

Fyrilestur við heitinum "Hví er so ringt at skilja hvønnannan" var á Seglloftinum 6. sep. 08. Dorthe Gyldenkærne helt almennan fyrilestur um Enneagrammið og persónstýpur.

Leygardagin 6. september 2008 skipaðu Valkyrjurnar fyri tiltaki á Seglloftinum á Tvøroyri. Tiltakið byrjaði kl. 13. Dorthe Gyldenkærne, sum er útbúgvin lærari, HR-Coach og Profiles Partner helt sera áhugaverdan fyrilestur um enneagrammið og persónstýpur. Enneagram er elli eingamal háttur at býta fólk upp í 9 ymiskar typur. Umleið 40 fólk úr allari oynni høvdu leitað sær til Seglloftið fyri at hoyra Dorthe greiða frá, um hvussu lætt tað er at misskilja hvønn annan, tí man er ymisk typa, vit hugsa ymiskt og hava ymisk ynski. Tá fyrilesturin var liðugur, høvdu fólk hug at spyrja meira, og Dorthe greiddi frá. Fleiri hildu seg vita, júst hvør týpa tey eru. Hesin seinnaparturin var bæði áhugaverdur til tíðir eisini stuttligur.

Bæði Vikublaðið og Sosialurin hava nýliga skrivað um enneagrammið. Les t.d. grein á Sosialinum, sum Rigmor Dam hevur skrivað. Greinin ber heitið "Finn tína typu og kom víðari". Tú kanst eisini lesa um HR - Human Resource og coaching á heimasíðuni hjá Adastra sum Dorthe Gyldenstjerne eigur saman við øðrum. www.adastra.fo

 

Væleydnað ráðstevna á Akureyri. Valkyrjur vóru við.

Tríggjar føroyskar kvinnur vóru á ráðstevnu á Akureyri í Íslandi 19. - 22. juni 2008. Allar eru úr Suðuroynni, men Birna Gaard, sum er ættað úr Vági men býr í Havn, umboðaði Kvinnufelagið í Havn og Kvinnufelaga Samskipan Føroya (KSF). Hinar báðar eru Eileen Sandá og Gunnbjørg Guttesen, sum báðar umboða Valkyrjurnar úr Suðuroy. Tær fingu nógv burturúr ráðstevnuni bæði fakliga og sosialt. Nógvir góðir fyrilestrar vóru tórsdag og fríggjadag. Leygardagin vóru allar busstúr runt í norður-eystur Íslandi og vitjaðu m.a. heitar keldur, vatnorkuverk, bygdasavn og Mývatn. Tær fara at skriva frágreiðingar um fyrilestrar o.a. á heimasíðuna frá túrinum seinni.

Myndasavn við myndum úr Íslandi

Nógvar myndir frá ráðstevnuni og útferðum eru lagdar í myndasavn okkara. Í myndasavninum kanst tú trýsta á yvirskriftina Kvinnuráðstevna 2008, so koma myndirnar fram. Ovast eru pílar ein kann brúka fyri at koma til næstu mynd, og "play knøttur", sum byrjar slideshow. Myndasavn: akureyri.valkyrjurnar.org

 

Limagjald

Limagjald er 200 kr. um árið. Kvinnur, ið ynskja at gerast limir, kunnu gjalda limagjald á kontur okkara í Eik banka ella í Suðuroyar Sparikassa.

Banki Reg Konto
Eik 9181 166.638.1
Suðuroyar 9870 102.746.9

 

 

 Ymiskt »

 

Myndir frá KSF aðalfundinum 30. mai 2009.

 

Limafundur 16. juni 08 um kommunuvalið í heyst.

Mánakvøldið 16. juni høvdu 
Valkyrjurnar limafund í Gamla Skúla í Vági.  Til umrøðu varð kommunuvalið, sum verður í november og møguleiki fyri kommunusamanlegging.

 

Annlis og Nita settu Kvinnurnar í fokus 31. mai 2008 í Pubbini »

Leygardagin 31. mai var "leygardagslestur", tónleikur og frokostur á Pub & Kaféini á Tvøroyri. Nita Næs og Annlis Bjarkhamar hugleiddu um evnið "Kvinnur í fokus", um at vera kvinna og sjónlig í samfelagskjakinum og upplivingar av ymiskum slag. Tónleikinum stóð Rebekka Søndergaard Mortensen fyri. Tiltakið var sera áhugavert og væleydnað.

Bæði Nita og Annlis hava royndir fra tí politiska leikpallinum. Nita, sum eftir ein harðan og spennandi valkamp, ikki varð vald og Annlis, ið misti landstýrissessin, tí hon ikki vildi "makka rett". Gløggar, erligar og stuttligar framløgur fingu vit sum sótu og lýddu á henda sólskinsdag á Pubbini. Enn einaferð hugtók Rebekka, við síni vøkru rødd og sera góða repertoire. Ómikið var til av leskiligum matið, sum í góðveðrinum kundi njótast uttandura. Fleiri myndir frá tiltakinum.

 

Myndir frá 8. mars 2008

Vit hava lagt myndir frá altjóða kvinnudags haldinum sum var 8. mars 2008 í Pubbini á Tvøroyri. Myndirnar eru at finna undir leinkjuni "Tiltøk". Tú kanst eisini trýsta her.

 

Valkyrjusangurin

Sangur bleiv yrktur til altjóða kvinnudagin 8. mars til tiltak hjá Valkyrjunum í pubbini/kaféini hjá Thomsen. Les sangin her.

 

Les hugleiðingarnar frá Nitu sum hava heitið "Altjóða kvinnudagurin 2008".

 

Valkafé í pubbini »

Valkyrjurnar skipaðu fyri valkafé í pubbini hjá Annu Kirstin á Tvøroyri eina viku áðrenn løgtingsvalið. Valfundurin var bara fyri kvinnuligu valevnini í Suðuroy.

Les meira og síggj myndir

 

Endamál og uppruni »

 

Viðtøkur »

Altjóða kvinnudagurin 8. mars 2008 í Suðuroy »

Valkyrjurnar skipaðu fyri 8. mars haldi í Suðuroynni í ár. Tiltakið var á Tvøroyri leygardagin 8. mars 2008 kl. 13-16. Á skránni vóru 4 kvinnur sum hildu fyrilestur um fjølbroytt evni. Tvær komu norðanfjørðs, men eru ættaðar av Tvøroyri, meðan hinar báðar búgva á Tvøroyri. Eisini var ábit, vælkomstdrykkur og tónleikur við Rebekku Søndergaard Mortensen, sum í løtuni er búsitandi í Hvalba. Rebekka sang hendan dagin fyri fyrstu ferð alment og kláraði tað sera væl. Les skránna fyri 8. mars her. 

Síggj myndir frá tiltakinum her.

 

8. mars tiltak var væl vitjað

Nógv fólk - mest kvinnur - vóru komin í kgl. kafé og pubbina á Tvøroyri fyri at hoyra fyrilestrar og sang frá ungum kvinnum altjóða kvinnudagin 8. mars 2008, sí skránna. Fleiri myndir frá tiltakinum eru at finna undir "Tiltøk" ella her. Ein nýggj síða við myndum frá 8. mars er løgd á heimasíðuna, Anna Kirstin Thomsen hevur tikið myndirnar. Hygg eftir nýggju myndunum.

 

Kjakfundur um fosturtøku var onskvøldið 9. apríl 2008.

Ónskvøldið møttust 14 kvinnur úr allari oynni í Ruth Smith savninum í Vági, 7 vóru úr sunnaru helvt og 7 úr norðaru helvt. Fundurin var bert fyri limir. Vit høvdu valt tvey kjakevni til fundin, nevniliga fosturtøku, sum eisini var evnið á 8. mars tiltakinum hjá Kvinnufelagnum í Havn og Kvinnufelaga Samskipan Føroya og um sterilisatión í Føroyum. Báðar lógirnar eru ótíðarhóskandi, hildu tær flestu. Nógvar ymiskar meiningar komu fram. Vit hava skrivað tíðindaskriv um fundin, les tíðindaskrivið her

 

 

Nýtt kvinnufelag í Suðuroy

Valkyrjurnar er eitt nýstovnað kvinnufelag í Suðuroynni. Stovnandi aðalfundur var 30. januar 2008, har nevnd var vald. Nevndin hevur nú skipað seg við Onnu Mortensen, sum forkvinnu. Les viðtøkurnar her. Les um nevndina her.

Vit ynskja at skapa eitt netverk fyri kvinnur í Suðuroy. Ætlanin er at skipa fyri tiltøkum, fyrilestrum, kjakfundum og øðrum sum serliga kvinnur halda vera spennandi.

 

Navnið Valkyrjurnar

Navnið Valkyrjurnar, stavar úr norrønu gudalæruni, har valkyrjan er kvinnuliga mótstykkið til einherjan. Valkyrjurnar eru kvinnuligar verur, sendar av Óðini, í vøkrum kjóla, við brynju og spjóti í hond at føra einherjarnar trygt til Valhøll. Valkyrjan býr í hjartanum á øllum kvinnum; hon er tankin og viljin. Av kendum valkyrjum kunnu nevnast; Gunn, Hildur og Brynhild.

 

Sprottið úr Demokratia

Felagið "Valkyrjurnar" er sprottið úr Demokratia (fyrr nevnd: Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki). Vit fingu hugskotið til at stovna hetta áhugafelagið, tá Demokratia hevði ein fund í Øravík í november 2007 um kvinnur í politikki. Felagið bleiv stovnað gott tveir mánaðir seinni á fundi á Ruth Smith savninum í Vági 30. januar 2008.



valkyrjurnar.org © 2008 • valkyrjurnar(kurla)valkyrjurnar.org