www.valkyrjurnar.org 

 

 

 Valkyrjurnar

tankin  viljin  gerðin

 

 

Áhugafelag fyri kvinnur í Suðuroy

Slóðir

           

Slóðir til aðrar heimasíður »

Føroyskar heimasíður

Kvinnufelagið í Havn. www.kvinnufelag.fo Les um undangongu kvinnur, um Kvinnufelagið fyrr og nú, blaðið Kvinnutíðindi og mangt annað.

Javnstøðunevndin. www.javnratt.fo Les her um ymisk javnstøðu mál og um tað sum Javnstøðunevndin arbeiðir við.

Demokratia. Nevndin sum arbeiðir fyri at fáa fleiri kvinnur í  politikk. www.demokratia.fo

Kveik.fo - Vitanarbanki fyri kvinnur, skráset teg við tínum førleikum, royndum v.m. á heimasíðuni hjá Kveik: www.kveik.fo

Kvinnuhúsið. www.kvinnuhusid.fo 

Kvinna (blað fyri føroyskar kvinnur). www.kvinna.fo

Suðurrás suðuroyarportalurin, tíðindi frá Suðuroy. www.sudurras.com

Hagstovan. www.hagstova.fo Her finnur tú ymisk føroysk hagtøl.

Landslæknin. www.landslaeknin.fo Í ársfrágreiðingum/heilsulýsingum Landslæknans finnur tú ymisk heilsu hagtøl frá Føroyum og Norðanlondum.

Føroyskt lógarsavn. www.logir.fo

Athena í Vági. www.athena-vagur.com Athena - Frisør og kosmetologur í Vági hava fingið heimasíðu.

Tari - Faroe Seaweed v/ Agnes Mols Mortensen www.faroeseaweed.org

Heimasíðan hjá Thomsen á Tvøroyri, Ungdóms- og Mentanardepil í Suðuroy, Ungdómshúsið Pakkhús 4, Seglloftið, Pubbin, leiga av hølum, dansifrálæra v.m. Les um virksemi, tiltøk o.a. ella um søguna. T.F. Thomsen A/S varð stovnað 1856, tá Føroyar fingu fríhandil, áðrenn tað hoyrdu bygningarnir til danska kongaliga einahandilin. Systkini Anna Kirstin og Thomas Thomsen eru beinleiðis eftirkomarar eftir T.F. Thomsen (5. ættarlið) sum stovnaði felagið, tey eiga og reka felagið í dag. Les meira á www.tfthomsen.com

Pakkhús 4, Ungdómshúsið á Tvøroyri www.pakkhus4.com fyri børn og ung frá 4. flokki til 18 ára aldur. Børn og ung í nevnda aldursbólki úr allari oynni eru vælkomin, siga tey á heimasíðuni.

 

Danskar heimasíður

Minister for ligestilling. www.lige.dk

Kvinfo. www.kvinfo.dk

Mødrehjælpen. http://www.mhj1983.dk/

 

Íslendskar heimasíður

Kvenfélagasamband Íslands www.kvenfelag.is

Jafnréttisstofa www.jafnretti.is

Jafnréttisráð http://jafnrettisrad.jafnretti.is  

Kvennaslóðir www.kvennaslodir.is

Íslands Kærunevnd í javnstøðumálum

www.felagsmalaraduneyti.is/kaerunefndir/jafnrettismal 

Kvennasögusafn Íslands www.kona.bok.hi.is

 

 

 

 

Tíðindi »

 

Kommunusamanlegging í fokus í Suðuroy 1. oktober.

Ónskvøldið 1. oktobur kl. 19:00 skipa Valkyrjurnar í Suðuroynni fyri almennum fundi í VB-húsinum, sum setur fokus á kommunusaman-legging. Luttakarnir á fundinum verða Kirstin S Bech, borgarstjóri í Vági, Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, Rodmundur Nielsen fyrrverandi borgarstjóri í Runavík og Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa. Orðstýrari verður Anna Brattaberg Samuelsen.

 

Ársskrá 2008-09

Valkyrjurnar hava gjørt eina fyribils skrá fyri 2008-09. Les skránna her.

 

Annlis og Nita seta "Kvinnurnar í fokus" 31. mai 2008 í Pubbini. »

Leygardagin 31. mai kl. 13 verða tveir fyrilestrar í Pubbini/kaféini á Tvøroyri. leygardagslestur á Pubbini við tveimum fyrilestrum, tónleiki og frokosti. Annlis Bjarkhamar og Nita Næs fara at hugleiða um evnið "Kvinnur í fokus", um tað at vera kvinna og sjónlig í samfelagskjakinum, upplivingar av ymiskum slag. Tónleikinum fer Rebekka Søndergaard Mortensen at standa fyri. Til matna verða farsbreyð, salatir og flute. Hendan dagin er tað ókeypis at sigla við Smyrli. Kvinnur sum koma norðanfjørðs eru eisini hjartaliga vælkomnar. Tiltakið er alment, og kostar 100 kr. Tilmelding fer fram á valkyrjurnar@valkyrjurnar.org ella á tlf. 281885 (Anna). Atgongumerkini verða síðan seld við dyrnar. Pláss er fyri uml. 70 fólkum.

 

Ungdómshúsið á Tvøroyri lat upp 20. apríl. Seglloftið lat upp 16. mai.

Ungdómshúsið fekk heitið Pakkhús 4. Myndir frá hátíðarløtuni, tá Pakkhús 4 lat upp alment eru at síggja her. Hátíðarhald var hildið 16. mai, tá Seglloftið var tikið alment í nýtslu. Tú kanst síggja myndafrásøgn frá móttøkuni á Portalinum.

 

Kjakfundur um fosturtøku var ónskvøldið 9. apríl 2008.

Ónskvøldið møttust 14 kvinnur úr allari oynni í Ruth Smith savninum í Vági. Fundurin var bert fyri limir. Vit høvdu valt tvey kjakevni til fundin, nevniliga fosturtøku og sterilisatión í Føroyum. Báðar lógirnar hesum viðvíkjandi eru ótíðarhóskandi,

hildu tær flestu. Les tíðindaskriv um fundin her.



 

Altjóða kvinnudagurin 8. mars 2008 í Suðuroy »

Valkyrjurnar skipaðu fyri 8. mars haldi í Suðuroynni í ár. Les skránna her.

Valkafé í pubbini »

Valkyrjurnar skipaðu fyri valkafé í pubbini hjá Annu Kirstin á Tvøroyri eina viku áðrenn løgtingsvalið. Valfundurin var bara fyri kvinnuligu valevnini í Suðuroy. Har vóru sera nógv fólk møtt fyri at hoyra, hvat kvinnurnar høvdu uppá hjarta.

Les meira og síggj myndir

Viðtøkur »

Endamál og uppruni »

 

valkyrjurnar.org © 2008 • valkyrjurnar(kurla)valkyrjurnar.org