Nevndin hjá Valkyrjunum »
Anna Mortensen, Tvøroyri, nevndarlimur Annika Næs Johannesen, Froðba, nevndarlimur Elin Dimon Næs, Hvalba, nevndarlimur og kassameistari Arnfríð Vestergaard Hentze, Sumba, eykalimur
Nýggj nevnd vald á aðalfundi 18. februar 2010
Valkyrjurnar høvdu aðalfund og sama kvøld var eisini eyka aðalfundur, hetta tí at viðtøkurnar vóru broyttar eitt sindur. Í nevdnini eru ikki longur 5 nevndarlimir og 1-3 eykalimir, ístaðin eru nú 3 nevndarlimir og 1-3 eykalimir. Trine Joensen, Eileen Sandá, Gunnbjørg Guttesen, Rakul í Gerðinum og Súsanna Bertholdsen ynsktu ikki afturval. Avgjørt varð, at Anna Mortensen og Annika Næs Johannesen halda fram sum nevndarlimir, og so vóru tvær nýggjar valdar í nevndina: Elin Dimon Næs er nú nýggjurn nevndarlimur og Arnfríð Vestergaard Hentze er eykalimur. Nevndin ætlar at hava felags leiðslu, tvs. ikki fasta forkvinnu, men sambært viðtøkunum eigur felagið at hava fastan kassameistari og verður tað Elin Dimon Næs sum kemur at røkja hesa uppgávu framyvir.
Valkyrjurnar takka teimum sum hava sitið í nevndini og ynskir tí nýggju nevndini alt tað besta.
Sept. 2009. Broyting í nevndini vegna flyting.
Av tí at Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, sum var næstforkvinna í Valkyrjunum, nú er flutt til Havnar at búgva, er nevndin nú umskipað. Aggi er farin úr nevndini, og Anna Mortensen er blivin næstforkvinna. Annika Næs Johannesen, sum var tiltakslimur er nú vanligur nevndarlimur. Súsanna Bertholdsen av Tvøroyri er nú tiltakslimur í felagnu. Vit ynskja henni at vera hjartaliga vælkomna í nevnina og samstundis vilja vit takk Aggi fyri gott samstarv og ynskja henni alt tað besta framyvir.
Trine Joensen, forkvinna Anna Mortensen, næstforkvinna Eileen Sandá, kassameistari og netvørður Rakul í Gerðinum, skrivari Annika Næs Johannesen, nevndarlimur Gunnbjørg Guttesen, nevndarlimur Súsanna Bertholdsen, eykalimur
Nýggj forkvinna og nýggjur tiltakslimur valdar á aðalfundinum 26. januar 2009
Anna Mortensen, sum hevur verið forkvinna í Valkyrjunum, síðan felagið bleiv stovnað 30. januar 2008, boðaði frá á aðalfundinum, sum var 26. januar 2009, at hon ikki ynskti at halda fram sum forkvinna, men fegin vildi halda fram sum nevndarlimur. Nevndin avgjørdi, at velja Trine Joensen til nýggja forkvinnu. Annika Næs Johannesen varð vald til tiltakslim.
Jan. 2009. Í nevndini eru hesar:
Trine Joensen, forkvinna Aggi Asgeirsdóttir, næstforkvinna Eileen Sandá, kassameistari og netvørður Rakul í Gerðinum, skrivari Anna Mortensen, nevndarlimur Gunnbjørg Guttesen, nevndarlimur Annika Næs Johannesen, eykalimur
Gamlar nevndir
Fyrsta nevnd felagsins varð vald á stovnandi aðalfundi á Ruth Smith Savninum í Vági 30. januar 2008. Vit samdust um, at Anna Mortensen skal vera forkvinna. Í nevndini vera 5 nevndarlimir og 3 tiltakslimir.
Nevndin hevði fyrsta nevndarfundin 6. februar 2008, og vit samdust um, at Eileen Sandá verður kassameistari hjá Valkyrjunum.
2. apríl 2008 hevði nevndin fund, har vit avgjørdu, at Aggi Ásgeirsdóttir verður næstforkvinna og at Rakul í Gerðinum verður skrivari.
Nevndin sá soleiðis út í 2008:
Anna Mortensen, forkvinna Aggi Asgeirsdóttir, næstforkvinna Eileen Sandá, kassameistari Rakul í Gerðinum, skrivari Gunnbjørg Guttesen, nevndarlimur Trine Joensen, tiltakslimur (nýggj í nevndini, september 2008)
Eykalimir (eru fluttar til útlandið): Susanne Høgh Olesen Rebekka Søndergaard Mortensen Agnes Mols Mortensen
Anna, Rakul og Gunnbjørg búgva á Tvøroyri, Eileen, Aggi og Trine búgva í Vági.
Rebekka og Susanne eru fluttar til Danmarkar, Agnes er flutt til USA at granska, tær eru tí ikki aktivir nevndar/eykalimir í løtuni. Trine kom í nevndina fyri eina av hesum trimum í september 2008.
Les viðtøkur felagsins her
Limagjald
Limagjald er 200 kr. um árið. Kvinnur, ið ynskja at gerast limir, kunnu gjalda limagjald á konto okkara í einum av hesum peningastovnum:
Eik Banka: reg. 9181, konto 166.638.1
Suðuroyar Sparikassa: reg. 9870, konto 102.746.9 |
Minnst til at skriva navn, bústað og helst t-post adressu eisini, tá limagjaldi verður goldið. Tú kanst eisini senda okkum teldupost og boða frá, at tú vil gerast limur. Teldupostadressan er:
valkyrjurnar@valkyrjurnar.org |