www.valkyrjurnar.org 

 

 

 Valkyrjurnar

tankin  viljin  gerðin

 

 

Áhugafelag fyri kvinnur í Suðuroy

Tíðindi

 

       

Vælkomin til heimasíðuna hjá Valkyrjunum »

 

Fokus á kommunusamanlegging í Suðuroy 1. oktober kl. 19.

Ónskvøldið 1. oktobur kl. 19:00 skipa Valkyrjurnar í Suðuroynni fyri almennum fundi í VB-húsinum, sum setur fokus á kommunusaman-legging. Luttakarnir á fundinum verða Kirstin S Bech, borgarstjóri í Vági, Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, Rodmundur Nielsen fyrrverandi borgarstjóri í Runavík og Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa. Orðstýrari verður Anna Brattaberg Samuelsen.
 

Fyrilestur á Seglloftinum 6. sep. 2008. "Hví er so ringt at skilja hvønnannan". Dorthe Gyldenkærne heldur almennan fyrilestur um Enneagram og persónstýpur.

Leygardagin 6. september 2008 skipa Valkyrjurnar fyri tiltaki á Seglloftinum á Tvøroyri. Tiltakið byrjar kl. 13. Dorthe Gyldenkærne, sum er útbúgvin lærari, HR-Coach og Profiles Partner kemur suður at halda sera áhugaverdan fyrilestur um enneagrammið og persónstýpur. Enneagram er elli eingamal háttur at býta fólk upp í 9 ymiskar typur. Bæði Vikublaðið og Sosialurin hava nýliga skrivað um júst hetta evnið. Les t.d. grein á Sosialinum, sum Rigmor Dam hevur skrivað. Greinin ber heitið "Finn tína typu og kom víðari". Tú kanst eisini lesa um HR - Human Resource og coaching á heimasíðuni hjá Adastra www.adastra.fo

 

Annlis og Nita settu Kvinnurnar í fokus 31. mai 2008 í Pubbini »

Annlis Bjarkhamar

Nita Næs

Leygardagin 31. mai var "leygardagslestur", tónleikur og frokostur á Pub & Kaféini á Tvøroyri. Nita Næs og Annlis Bjarkhamar hugleiddu um evnið "Kvinnur í fokus", um at vera kvinna og sjónlig í samfelagskjakinum og upplivingar av ymiskum slag. Tónleikinum stóð Rebekka Søndergaard Mortensen fyri. Tiltakið var sera áhugavert og væleydnað.

Bæði Nita og Annlis hava royndir fra tí politiska leikpallinum. Nita, sum eftir ein harðan og spennandi valkamp, ikki varð vald og Annlis, ið misti landstýrissessin, tí hon ikki vildi "makka rett". Gløggar, erligar og stuttligar framløgur fingu vit sum sótu og lýddu á henda sólskinsdag á Pubbini. Enn einaferð hugtók Rebekka, við síni vøkru rødd og sera góða repertoire. Ómikið var til av leskiligum matið, sum í góðveðrinum kundi njótast uttandura. Fleiri myndir frá tiltakinum.

 

Valkyrjur til kvinnuráðstevnu í Akureyri 19. - 22. juni 2006

Trýggjar av nevndarlimunum hjá Valkyrjunum fara til Íslands á Kvinnuráðstevnu í juni saman við einum nevndarlimi úr Kvinnufelagnum í Havn. Tað er Nordens Kvindeforbund og Kvenfélagasamband Íslands sum skipa fyri ráðstevnuni. Høvuðsevnið á ráðstevnuni verður: Menninir við í kampin fyri javnstøðu, ella sum fyrireikararnir nevna tað á svenskum og íslendskum: "Männene med í kampen till jämställighet. Fleiri karla í kvinnuliðið." Íslendska Kvinnufelagið fann Valkyrjurnar og Kvinnufelagið í Havn á internetinum og sendi okkum innbjóðing við telduposti. Les skránna her.

 

Kjakfundur um fosturtøku var onskvøldið 9. apríl 2008.

Ónskvøldið møttust 14 kvinnur úr allari oynni í Ruth Smith savninum í Vági, 7 vóru úr sunnaru helvt og 7 úr norðaru helvt. Fundurin var bert fyri limir. Vit høvdu valt tvey kjakevni til fundin, nevniliga fosturtøku, sum eisini var evnið á 8. mars tiltakinum hjá Kvinnufelagnum í Havn og Kvinnufelaga Samskipan Føroya og um sterilisatión í Føroyum. Báðar lógirnar eru ótíðarhóskandi, hildu tær flestu. Nógvar ymiskar meiningar komu fram. Vit hava skrivað tíðindaskriv um fundin, les tíðindaskrivið her. Møguliga verður fundarfrágreiðing løgd á heimasíðuna seinni.

 

8. mars tiltak hjá Valkyrjunum var væl vitjað

Nógv fólk - mest kvinnur - vóru komin í kgl. kafé og pubbina á Tvøroyri fyri at hoyra fyrilestrar og sang frá ungum kvinnum altjóða kvinnudagin 8. mars 2008, sí skránna. Fleiri myndir frá tiltakinum eru at finna undir slóðini "Tiltøk" ella við at trýsta her. 

 

» Heilsan frá Nitu Næs á altjóða kvinnudegnum

Nita Næs hevur sent okkum hugleiðingar um kvinnudagin og støðuna í Føroyum í dag viðvíkjandi kvinnur í løgtingi og landsstýri og kvinnur í stjórastørvum. Men Nita kemur eisini inn á barsilsskipan okkara í mun til hini Norðurlondini. Les hugleiðingarnar frá Nitu sum hava heitið "Altjóða kvinnudagurin 2008".

 

» Forkvinnan leiðari av ungdómshúsinum á Tvøroyri

Í dag 25. feb. 08 fekk forkvinnan í Valkyrjunum Anna Mortensen at vita, at hon er sett sum leiðari av ungdómshúsinum á Tvøroyri. Hon byrjar í nýggja starvinum 1. mars. Anna er útbúgvin handarbeiðslærari og hevur havt egna fyritøku PAU, har hon seymaði klæðir. Anna gleðir seg til uppgávuna. Allar hinar valkyrjurnar ynskja Onnu hjartaliga tillukku við nýggja starvinum. Les meira á Suðuroyarportalinum.

 

» Altjóða kvinnudagurin 8. mars 2008 í Suðuroy

Valkyrjurnar fara at skipa fyri 8. mars haldi í Suðuroynni í ár. Tiltakið verður á Tvøroyri leygardagin 8. mars 2008 kl. 13-16. Á skránni verða 4 kvinnur sum halda fyrilestur um fjølbroytt evni. Tvær koma norðanfjørðs, meðan tvær eru lokalar. Eisini verður ábit, vælkomstdrykkur og tónleikur við ungu Rebekku Søndergaard Mortensen, sum er uppvaksin niðri men í løtuni býr í Hvalba. Kom og hoyr um tara, útbúgvingar, vinnu, kvinnur í Suðuroy, harðskap móti kvinnum o.a. Nevnast kann, at Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, fer at halda fyrilestur um vinnumøguleikar í Suðuroy. Les skránna her.

» Valkafé í pubbini

Valkyrjurnar skipaður fyri valkafé í pubbini hjá Annu Kirstin á Tvøroyri eina viku áðrenn løgtingsvalið. Valfundurin var bara fyri kvinnuligu valevnini í Suðuroy. Har vóru sera nógv fólk møtt fyri at hoyra, hvat kvinnurnar høvdu uppá hjarta.

Les meira og síggj myndir

 

Á hesi síðuni skriva vit tíðindi um ymiskt, sum vit halda vera viðkomandi fyri kvinnur í Suðuroy og serliga um tiltøk sum Valkyrjurnar fara at skipa fyri ella hava skipað fyri.

Tíðindi »

 

Ársskrá 2008-09

Vit hava gjørt eina fyribils skrá fyri 2008-09. Les skránna her.


Aðalfundur hjá KSF avlýstur

Árligi aðalfundurin hjá Kvinnufelaga Samskipan Føroya (KSF), sum skuldi vera á Glyvrum 7. juni 2008 kl. 11, er avlýstur. Valkyrjurnar er eitt av teimum 5 limafeløgunum í KSF. Lýst verður seinni, tá nýggjur dagur er avtalaður, hesin verður væntandi í september í staðin.

 

Ungdómshúsið á Tvøroyri eitur Pakkhús 4. 

20. apríl læt ungdómshúsið, Pakkhús 4, á Tvøroyri upp. Ungdómsbólkurin No Refund sum er mannaður við suðringum, spældi nøkur løg, Anna Mortensen, leiðarin av Ungdómshúsinum, bjóðaði vælkomin. Gykl o.a. var eisini á skránni. Vinnarin av navnakappingini varð 11 ára gamli Andreas Rødgaard Strøm. At enda sang og spældi  Rebekka Søndergaard Mortensen. Les meira á Suðuroyarportalinum.

Myndir frá 20. apríl í Pakkhús 4.

 

Kjakfundur um fosturtøku var ónskvøldið 9. apríl 2008.

Ónskvøldið møttust 14 kvinnur úr allari oynni í Ruth Smith savninum í Vági. Fundurin var bert fyri limir. Vit høvdu valt tvey kjakevni til fundin, nevniliga fosturtøku og sterilisatión í Føroyum. Báðar lógirnar hesum viðvíkjandi eru ótíðarhóskandi,

hildu tær flestu. Les tíðindaskriv um fundin her

 

» Altjóða kvinnudagurin 8. mars 2008 í Suðuroy

Valkyrjurnar fara at skipa fyri 8. mars haldi í Suðuroynni í ár. Tiltakið verður á Tvøroyri leygardagin 8. mars 2008 kl. 13-16. Á skránni verða 4 kvinnur sum halda fyrilestur um fjølbroytt evni. Tvær koma norðanfjørðs, meðan tvær eru lokalar. Eisini verður ábit, vælkomstdrykkur og tónleikur við ungu Rebekku Søndergaard Mortensen, sum er uppvaksin niðri men í løtuni býr í Hvalba. Kom og hoyr um tara, útbúgvingar, vinnu, kvinnur í Suðuroy, harðskap móti kvinnum o.a. Nevnast kann, at Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, fer at halda fyrilestur um vinnumøguleikar í Suðuroy. Les skránna her.

» Valkafé í pubbini

Valkyrjurnar skipaður fyri valkafé í pubbini hjá Annu Kirstin á Tvøroyri eina viku áðrenn løgtingsvalið. Valfundurin var bara fyri kvinnuligu valevnini í Suðuroy. Har vóru sera nógv fólk møtt fyri at hoyra, hvat kvinnurnar høvdu uppá hjarta.

Les meira og síggj myndir

» Endamál 

» Viðtøkur

www.valkyrjurnar.org © 2008 • valkyrjurnar(kurla)valkyrjurnar.org