valkyrjurnar.org

 

Valkyrjurnar

tankin  viljin  gerðin

 

 

Kvinnufelag

í Suðuroy

Tiltøk

                   

 

 

Komandi tiltak:

 

Støðan hjá einligum mammum og pápum í Føroyum

Pallborðsfundur á Seglloftium 14. november 2011

 

Mánakvøldið 14. november kl. 19.00 skipa Valkyrjurnar fyri almennum pallborðsfundi á Seglloftinum á Tvøroyri, har ljós verður varpað á liviumstøðurnar hjá einligum uppihaldarum í Føroyum.

Familjumynstrið er broytt, og í modernaðu Føroyum gerast alsamt fleiri einligar mammur og pápar.

Hvussu er at liva sum einligur uppihaldari í okkara vælferðarsamfelagi ?

Felagsskapurin ”Í menniskjum góður tokki” veitti í fjør jólahjálp til fíggjarliga illa staddar familjur í Føroyum. Ein stórur partur av hesum familjum vóru einligir uppihaldarir.

Á ársfundi hjá KSF (Kvinnufelagssamskipan Føroya) seinast vár, løgdu Valkyrjurnar fram uppskot um, hvussu vit sum kvinnufeløg kunnu stuðla ”Í menniskjum góður tokki”. Vit samdust um at hava ein pallborðsfund, har kvinnufeløgini kring landið varpa ljós á liviumstøðurnar hjá hesum familjum.

Við pallborðið hetta kvøldið sita ein landspolitikari, ein kommunalpolitikari, ein einlig mamma, ein einligur pápi, ein fakpersónur og eitt bankafólk.

Spurningarnir fara at snúgva seg um støðuna hjá einligum uppihaldarum, um tey sjálvi kenna seg aftur í trupulleikunum, sum ljós verður varpa á, hvørjar støður í gerandisdegnum eru serliga truplar, møguleikar at fáa lán / fíggjarligan stuðul og ikki minst, hvat tað er fyri eitt samfelag, vit vilja hava - skal tað vera rúm fyri øllum sløgum av familjum í Føroyum ?

Kaffi og køka eru til keyps.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Almenn valcafé á Seglloftinum

 

Almenn valcafé verður á Seglloftinum á Tvøroyri, fríggjadagin 21. oktober kl. 18.00. Valcafé´in verður skipað sum eitt pallborð, har tvey valevni - ein kvinna og ein maður - úr øllum politiskum flokkum, sum hava uppstilling í Suðuroynni, fara at greiða frá sínum sjónarmiðum, os síðan verður kjakast! Evnini, sum valevnini fara at viðgera eru:

 

Fólkatalið minkar!

Fólkatalið í Føroyum minkar - serliga í útjaðaranum. Og tað eru kvinnurnar, sum fyrstar eru at flyta, tað vísa hagtøl! Hvussu fáa vit vent hesi gongdini?

 

Møguleikar at mennast!

Heimssamfelagið setur stór krøv til okkum í dag um skúla og útbúgving. Hvussu menna vit okkara útbúgvingarstøðið - herundir fólkaskúla/eftirskúla, hægri lærustovnar og endurútbúgvingar møguleikar?

 

Tað eru Valkyrjurnar og Seglloftið, sum skipa fyri. Stílað verður fyri buffet, so man kann keypa sær ein góðan bita. Og so fer Johan í Kollafirði – sum einaferð stóða á odda fyri Stuttliga flokkinum – at krydda tiltakið, á sín serliga hátt!

Øll eru hjartaliga væl komin

 

 

Arnfríð og Aggi í Naddoddaneystinum á Jóansøku

Eitt sera forkunnugt og spennandi tiltak, fer fram í Naddoddaneystinum fríggjakvøldið 24. juni 2011 kl. 20:00, Sjógøta 125, ið Valkyrjurnar hava skipað fyri. Valkyrjurnar hava sett teimum báðum Aggi og Arnfríð stevnu í Naddoddaneystinum.

Aggi Ásgeirsdóttir, listakvinna og Arnfríð V. Hentze, bóndi úr Sumba, eru fesk í minninum á teimum flestu, fyri sendingina "Fólksins Rødd", ið fyri stuttum rúnarbant sjónvarpshyggjarar kring landið. Aggi og Arnfríð hava sterkar meiningar um lívið sum heild og stuttligt verður at hoyra hvat tær koma við í "Bleytu Sofuni".
 
Góður tónleikur er eisini á skránni, við vakra sangfuglinum Lív Næs, sum í seinastuni hevur verið nógv at hoyrt í Kringvarpinum saman við sjeikinum Tróndi Enni, við lagnum "Sveimandi". Á jóansøku verður tað tó sum solistur, at Lív kemur at upptraðka.

Tiltakið bjóðar eisini uppá eitt sølutorg við myndlist frá Aggi, eggum og kjøti frá Arnfríð, te og hettum frá Annu Mortensen og mongum øðrum spennandi. 
 
Øll eru hjartaliga vælkomin. Entréin er 80,- íroknað ein lítlan "aperitif"!

 

8. mars hald á Seglloftinum 8. mars 2011 kl. 19

Komandi týsdag er altjóða kvinnudagur, og vit fara at hava tiltak á Seglloftinum við fyrilestri, tónleiki og mati.
 
Bergtóra Hanusardóttir fer at halda fyrilestur, Lív Næs stendur fyri tónleiki og Anna Kirstin ger mat. Kostnaður 130 kr.

  

Kvinnukafé við fýra áhugaverdum fyrilestrum og tónleiki í Kaféini hjá Thomsen 24. okt. kl. 13.

Katrina í Geil, designari, leggur fyri við fyrilsetrinum "Forvitin er fegin".
Síðani heldur Arnfríð Hentze, bóndi, fram við at siga frá tilveru sínu sum bóndi í Sumba.
So er ein støðgur har vit fáa okkurt gott at eta, meðan Trygvi Strøm og Sólfríð Bech syngja og spæla fyri okkum.
Næst á skránni er Barbara á Tjaldrafløtti, fulltrúi í Uttanríkisráðnum, ið fer at tosa um Føroyar í altjóða menningarsamstarvi.
Og at enda fer Søren Bruhn at tosa útfrá hesum orðum: "Kvinde kend dig selv og træf dine egne økonomiske valg."

Kostnaður: 75 kr fyri limir og 100 kr fyri ikki- limir.

Tú kanst tekna teg til tiltakið við at senda ein teldupost til: valkurjurnar@valkyrjurnar.org ella ringja til tlf.: 281885 í seinasta lagi mánadagin 12. oktobur.
 
 
Niðanfyri kanst tú lesa um nøkur av tiltøkunum, sum Valkyrjurnar hava skipað fyri.

 

Ársfundur hjá KSF var á Seglloftinum 30. mai

Leygardagin 30. mai kl. 12 varð ársfundurin hjá Kvinnufelaga Samskipan Føroya (KSF). Fundurin var fyri allar kvinnur sum eru limir í einum av Kvinnufeløgunum í Føroyum sum eru við í KSF. Í ár vóru tað Valkyrjurnar, sum fyri fyrstu ferð stóðu fyri ársfundinum. Fundurin var rímuliga væl møttur og kjakast var um nógv ymisk mál umframt at tey ymisku feløagini kunnaðu um farna árið. Kvinnur úr øllum Føroyum luttóku. Eftir fundin varð farið útferð til nýggja Skúladepilin í Suðuroy. 

 

Binding og Design á Seglloftinum 23. mai 2009

Leygardagin 23. mai helt Katrina í Geil fyrilestur um “Binding og Design”. Støðið varð tikið í føroyskari binding fyrr, nú og framyvir – frá bindisniðum á Føroya Fornminnissavni til catwalk í París og London.

 

Katrina er designari frá Designskolen Kolding, og hevur selt design til m.o Calvin Klein og Filippu K.

 

Gensplejsa soya – Vælsignilsi ella vanlukka  

Ónskvøldið 13. mai kl. 19:00 verður almennur fyrilestur á Seglloftinum á Tvøroyri, sum fer at snúgva seg um Argentina, gensplejsaðu soyabønina og vanlukkuligu fylgjurnar, sum veltingin hevur.

 

Argentina hevur havt eitt sera fjøltáttað landbrúk við alskyns avgrøði og varð einaferð kallað “heimsins frækornsgoymsla”. Í dag hvílur allur landbrúksbúskapurin á gensplejsaðum soya, sum verður velt á einum øki til støddar sum meir enn 3 ferðir Danmark. Soyabønin er gensplejsa fyri at kunna standa ímóti ókrútsdreparum sum Round Up og øðrum sproytievnum, sum í sjálvum sær eru sera umhvørvisskaðilig. Umframt hetta, so hevur eintáttaða dyrkanin av soyabønini, monokultururin, haft vanlukkuligar sosialar, vistfrøðiligar og búskaparligar fylgjur fyri Argentina. Avleiðingarnar eru m.a. skógaroyðing og burturrekan av fátækrum bóndum og upprunafólki.

 

Her í Føroyum finna vit gensplejsa soya eitt nú í fóuri til mjólkakýr, og í fóurblandingum sum seyðurin etur.

 

Lilian Joensen heldur fyrilesturin. Hon er hálvur argentini og hálvur føroyingur, uppvaksin í Buenos Aires, útbúgvin lívfrøðingur í Keypmannahavn og hevur argentinskan PhD í kyknulívfrøði. Í dag býr Lilian í Sumba og undirvísur á miðnámsskúlanum í Suðuroy.

 

Tað eru Valkyrjurnar, sum skipa fyri. Kostnaður 50 kr. fyri ikki-limir. Høvið verður at keypa sær ein drekkamunn.

 

Valkafé fyri kvinnuligu valevnini í Suðuroy var 8. november 2008

 

Leygardagin 8. November 2008 kl. 14 skipaðu Valkyrjurnar fyri valkafé fyri kvinnurnar í Suðuroy, sum stillaðu upp til bý- og bygdaráðsvalið. Fundurin var á Seglloftinum á Tvøroyri. Valkyrjurnar tóku tráðin upp frá fyrra tiltakinum, sum setti “Fokus á kommunusamanlegging”. Panelfundur var í tveimum skiftum, ein kvinna frá hvørjum lista legði fram áðrenn pausuna, og so varð skift út aftaná støðgin. Ikki allir listar vóru umboðaðir og ikki allar tordu at luttaka, men tær sum tordu vóru hóast alt ikki so fáar, og gott kjak var eisini. Fleiri av kvinnunum royndu seg fyri fyrstu ferð við at tosa í mikrofon, so hetta var eisini góð venjing í at traðka fram alment. Yvirorðnaða evni var kommunusamanlegging, men eisini onnur evni vóru frammi. Eyðun Nolsøe spældi og sang áðrenn fundurin byrjaði og í støðginum. Sera positivur fundur, har kvinnurnar í Suðuroynni høvdu orðið.

 

Gott kjak um kommunusamanlegging í Suðuroy


Mynd: Anna Brattaberg Samuelsen, orðstýrari, Anna Mortensen, forkvinna í Valkyrjunum, Rodmund Nielsen, fyrrv. borgarstjóri í Runavík, Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági og Pauli Einarson, varaborgarstjóri á Tvøroyri. Søren Bruhn manglar á myndini.

Valkyrjurnar eru væl nøgdar við fundin, sum vit skipaðu fyri í Vági um kommunusamanlegging, vit meta, at yvir 100 fólk úr allari oynni møttu. Bæði suðringar og fjølmiðlar hava víst fundinum stóran áhuga. Blaðfólk frá Sosialinum/Portalinum var eisini við á fundinum. Eitt sum kanska gjørdi onkran bilsnan, var tað, at borgmeistarin í Vági, Kirstin Strøm Bech, sum fyrr hevur verið ímóti, at Suðuroyggin skuldi gerast ein kommuna, nú hevur broytt støðu og erligt greiddi frá, at hon hetta seinasta árið hevur broytt støðu hesum viðvíkjandi. Rodmundur Nielsen hevði eitt drúgt innlegg um hansara royndir við kommunusamanleggin. Kristin Michelsen, borgmeistari á Tvøroyri fekk forfall, í staðin hevði Pauli Einarson, varaborgmeistari, eitt innlegg. Hann er fyri, at Suðuroy gerst ein kommuna. Søren Bruhn hevði eina sera positiva og visjónera framløgu við heitinum "Project 6000+". Gott kjak var millum framløgurnar. Les meira.

Fokus á kommunusamanlegging í Suðuroy 1. oktober 2008 kl. 19 í VB-húsinum

Ónskvøldið 1. oktobur kl. 19:00 skipa Valkyrjurnar í Suðuroynni fyri almennum fundi í VB-húsinum, sum setur fokus á kommunusamanlegging. Luttakarnir á fundinum verða Kirstin S Bech, borgarstjóri í Vági, Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, Rodmundur Nielsen fyrrverandi borgarstjóri í Runavík og Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa. Anna Brattaberg Samuelsen verður orðstýrari.


– Tað verður tosað nógv um kommunusamanlegging ymsastaðni í landinum, og sum skilst, so hevur nýggja landstýrið ætlanir um, at kommunureformurin, við 7 kommunalum eindum í landinum, skal gerast veruleiki í komandi valskeiði. Tað er av alstórum týdningi, at man eisini í Suðuroynni tekur henda spurning upp, so vit ikki enda við at verða tvungin saman. Tí bjóða Valkyrjurnar til almennan fund við vón um, at seta eitt kjak ígongd, sum snýr seg um samanlegging, nú undan kommunuvalinum 2008.

 

Fyrilestur var á Seglloftinum 6. sep. 2008. "Hví er so ringt at skilja hvønnannan". Dorthe Gyldenkærne helt almennan fyrilestur um Enneagram og persónstýpur.

Leygardagin 6. september 2008 skipaðu Valkyrjurnar fyri tiltaki á Seglloftinum á Tvøroyri. Dorthe Gyldenkærne, sum er útbúgvin lærari, HR-Coach og Profiles Partner helt áhugaverdan fyrilestur um enneagrammið og persónstýpur. Enneagram er elli eingamal háttur at býta fólk upp í 9 ymiskar typur. Bæði Vikublaðið og Sosialurin hava nýliga skrivað um júst hetta evnið. Les t.d. grein á Sosialinum, sum Rigmor Dam hevur skrivað. Greinin ber heitið "Finn tína typu og kom víðari". Tú kanst eisini lesa um HR - Human Resource og coaching á heimasíðuni hjá Adastra www.adastra.fo

 

Annlis og Nita settu "Kvinnurnar í fokus" 31. mai 2008 í Pubbini. »

 

Leygardagin 31. mai var "leygardagslestur", tónleikur og frokostur á Pub & Kaféini á Tvøroyri. Nita Næs og Annlis Bjarkhamar hugleiddu um evnið "Kvinnur í fokus", um at vera kvinna og sjónlig í samfelagskjakinum og upplivingar av ymiskum slag. Tónleikinum stóð Rebekka Søndergaard Mortensen fyri. Tiltakið var sera áhugavert og væleydnað.

Bæði Nita og Annlis hava royndir fra tí politiska leikpallinum. Nita, sum eftir ein harðan og spennandi valkamp, ikki varð vald og Annlis, ið misti landstýrissessin, tí hon ikki vildi "makka rett". Gløggar, erligar og stuttligar framløgur fingu vit sum sótu og lýddu á henda sólskinsdag á Pubbini. Enn einaferð hugtók Rebekka, við síni vøkru rødd og sera góða repertoire. Ómikið var til av leskiligum matið, sum í góðveðrinum kundi njótast uttandura.

 

 

Myndir frá øðrum tiltøkum

Altjóða kvinnudagurin 8. mars 2008

Fleiri myndir frá 8. mars kunnu síggjast her. Les skránna til 8. mars her.

Myndir frá valfundi 12. januar 2008 - valfundur fyri kvinnuligu valevnini í Suðuroy eina viku áðrenn løgtingsvalið 2008.

 

Valkyrjurnar er eitt kvinnufelag í Suðuroy, stovnað 30. januar 2008. Felagið hevur limir úr allari oynni og er fyri allar kvinnur í Suðuroy ella við tilknýti til Suðuroy.  

 

 

 

 

 

 

Nøkur farin tiltøk:

Altjóða kvinnudagurin 8. mars 2008 »

Valkyrjurnar skipaðu fyri 8. mars haldi á Tvøroyri. Tiltakið var leygardagin 8. mars 2008 kl. 13-16. Á skránni vóru 4 kvinnur sum halda fyrilestur um fjølbroytt evni. Tvær komu norðanfjørðs, meðan tvær vóru lokalar. Eisini varð ábit, vælkomstdrykkur og tónleikur við Rebekku Søndergaard Mortensen, sum er uppvaksin niðri men í løtuni býr í Hvalba.  Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, helt fyrilestur um vinnumøguleikar í Suðuroy. Les skránna her.

 

Valkafé í Pubbini á Tvøroyri 12. januar 2008. » 

Les meira og síggj myndir.

 

Viðtøkur »

 

Endamál og uppruni »

 

Myndir frá 8. mars

 

Myndir frá valkafé fyri kvinnuligu valevnini 12. januar 2008

 

Myndir frá degnum tá Ungdomshúsið Pakkhús 4 lat upp síggjast við at trýsta her.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Valkyrjurnar.org © 2008 • valkyrjurnar(kurla)valkyrjurnar.org