www.valkyrjurnar.org  Kvinnufelag í Suðuroy

Heilsan frá Nitu Næs á altjóða kvinnudegnum 8. mars 2008:

 

Altjóða kvinnudagurin 2008

 

 

8. mars 2008 er bjartari og fjálgari enn 8. mars var í fjør. Vit hava fingið 3 gløggar føroyskar kvinnur í landsstýrið, og á Føroya Løgtingi sita nú 8 kvinnur. Alt fleiri kvinnur gerast stjórar í Føroyum og ber hetta boð um, at nakað skilagott er í gongd.

 

Um tvey ár eru tað 100 ár síðani, at týska  kvinnan Clara Zetkin, ið var sosialistur og feministur, skeyt upp, at kvinnur skuldu hava ein altjóða kvinnudag. Hetta var á eini sosialistiskari ráðstevnu í Keypmannahavn í 1910. Eg veit ikki, hvussu langa søgu – okkara kvinnudagur hevur, men sera glað eri eg fyri, at vit í Føroyum, alt tað eg kann minnast, hava markerað henda dagin við serligum tiltøkum. Tiltøkum, sum eru við til at  varpa ljós á ávís samfelagsmál, og mangan mál, sum annars bara høvdu verið tagd burtur og gloymd.

 

Seinasta ár kastaðu kvinnurnar úr Vágum ljós á samfelagsspurningin: Hvussu fyrihalda vit okkum sum samfelag til at læra útlendskar kvinnur at tosa og skilja føroyskt.

 

Á altjóða kvinnudegnum 2007 sat eg eitt sindur ørkymlað framman telduskíggjan. Eg var í  forlongdum barnburðarfarloyvi, og sum tit øll vita, so merkir tað fyri føroysku kvinnuna, at hon onga løn fær hesa tíðina.

 

Hetta er sjálvsagt eitt persónligt val, vilja flestu fólkavaldu umboð okkara  møguliga siga.

 

Mín hugsan um barnsburðar farloyvistíðina er, at tað er ein sera týdningarmikil politisk uppgáva at skapa góðar barnsburðar farloyvisskipanir, sum eru á sama støði sum í hinum Norðanlondunum. Annað av foreldrunum skuldi havt  rætt til at vera um barnið við løn úr barsilsskipanini alt tað fyrsta árið. Mamman kundi t.d. verið heima teir fyrstu 9 mðr. Og síðan kundi pápin fingið møguleikan at taka teir síðstu 3 mðr.

 

Sum skipanin er í Føroyum í dag, so skal mamman aftur til arbeiðis eftir 24 vikum. Flest mammur, smábarnaforeldur, námsfrøðingar og onnur vita, at hetta er ikki tað rætta fyri barnið. Barnið er ov lítið, ov viðbrekið og hevur ov veika immunverju at fara á ansingarstovn  og er alt, alt ov fitt at fara út frá.

 

Og kvinnan, sum hevur átt fyri 24 vikum síðani, er sum oftast enn ein bróstakona og hevur ilt við at samla seg um annað enn barnið og alt, ið har til hoyrir. Eitt barn, ið er 24 vikur, dugir ikki at sita og er júst  byrjað so smátt at læra seg at eta. Somuleiðis vita vit øll, at barnið millum 6.mðr. og 12 mðr. hevur óvanliga nógvir sjúkradagar, so tað foreldri, ið fer til arbeiðis aftur eftir 24 vikur, er  mangan ein sera óstøðug arbeiðskraft á arbeiðsmarknaðinum.

 

Tað er tí at frøast um, at allir tríggir samgonguflokkarnir hava meldað út, at teir ynskja barnsburðarfarloyvistíðina longda. Og somuleiðis er tað vert at minnast aftur á, at hetta var nakað sum allir flokkar vóru samdir um í valstríðnum.

 

Fyri einum ári síðani var eg á Samak ársfundi. Her vóru nógv áhugaverd mál umrødd m.a. hvussu tryggja vit,  at børn í  Norðanlondum fáa eins  góðar umstøður at mennast, tá hugsað verður um skúla og útbúgving. Har vóru nógvar ungar  fólkavaldar kvinnur,  og í matarsteðginum fall prátið natúrligt inn á, hvussu vit í Føroyum høvdu skipað okkara barnsburðar barsilsskipan. Einki annað Norðurland hevði einans 24 vikur barnsburðarfarloyvi. Bæði ungu kvinnurnar og menninir undraðust á, at vit í Føroyum ikki vóru komin longur á hesi leið. Og tey spurdu hví. Har var eg sjálvsagt svarskyldug. Og segði eg sum var, at hetta økið ikki varð raðfest.

 

Mítt ynski til kvinnudagin 2008 er eins og tað var í 2007, at fólkavaldu politisku umboð okkara fara at taka hesi viðuskifti í stórsta álvara og byrja at hugsa í heildarmyndum, tá tað um framtíðar Føroyar ræður.

 

Tí, jú betri kor ein føroyingur fær frá barnsbeini av, jú betri verður hann/hon førur fyri at virka og mennast sum vaksin samfelagsborgari.

 

Jú betri kor barnafamiljan fær, jú størri er møguleikin fyri, at føroyska metbarnatalið verður verandi eins høgt.

 

Jú fleiri børn verða fødd í dag, jú fleiri arbeiðsførar føroyingar fáa vit, at taka sær av okkara gomlu og annars at lyfta felags byrðar.

 

Og soleiðis kundi eg hildið áfram.

 

Týdingarmestu grundgevingina kenna vit øll: Øll børn burdu havt rættin at veri heima hjá sær sjálvum tað fyrsta liviárið.

 

Í dagsins samfelagi skulu tvær inntøkur til fyri at fáa vanliga húsarhaldið at mala runt.Tí hava foreldur  ikki ráð at ganga heima við ongari inntøku. Hetta kann í framtíðini føra við sær, at føroyska framtíðarfamiljan ikki telur 3 - 4 børn, men 1- 2 børn.  

 

Til tað kunnu vit so spyrja, hava vit sum samfelag ráð til tað?

 

Ella

 

Hava vit ráð at lata vera at styrkja um barsilsskipan okkara?

 

At enda fari eg at ynskja tykkum øllum, ið á ymiskan hátt skipa fyri tiltøkum altjóða kvinnudagin, alla eydnu.  Sjálv gleði eg meg til at seta meg uppafturá á pubbini á Tvøroyri har tríggjar kvinnur skulu halda fyrilestur og tann fjórða skal syngja fyri okkum.

 

Góðan 8.mars menn sum kvinnur! 

 

 

 

Nita Næs, Hvalba

 

 

 ------------

 

Aftur til forsíðu - www.valkyrjurnar.org

 

Valkyrjurnar er eitt áhugafelag fyri kvinnur í Suðuroy, stovnað 30. januar 2008. Kvinnufelagið Valkyrjurnar er óheft av politiskum flokkum og religiónum. Endamál okkara er orða í grein 2 í viðtøkunum: 

 

 

§ 2. Endamál felagsins er at skapa eitt net millum kvinnur til sínámillum gagns og stuðuls:

-          Eitt forum, har kvinnur hittast og kjakast, útveksla tankar og hugskot, skipa fyri skeiðum, fyrilestrum og øðrum tiltøkum.

-          Arbeiða fyri demokratii og javnstøðu, soleiðis at kvinnur og menn skulu hava somu rættindi á øllum samfelagsligum økjum.

 

Les viðtøkur felagsins her.