Valkyrjurnar

 

Fokus á kommunusamanlegging

í Suðuroy

     

Gott kjak um kommunusamanlegging 1. oktober 2008


Mynd: Anna Brattaberg Samuelsen, orðstýrari, Anna Mortensen, forkvinna í Valkyrjunum, Rodmund Nielsen, fyrrv. borgarstjóri í Runavík, Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági og Pauli Einarson, varaborgarstjóri á Tvøroyri.


Anna og Anna. Anna Brattaberg Samuelsen, orðstýrari og Anna Mortensen, forkvinna.

Rodmundur Nielsen, Kirstin Strøm og Pauli Einarson

Jógvan Mørkøre greiddi frá um arbeiðsritið hjá Granskingardeplinum fyri Økismenning

Mynd: Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa. Aki Bertholdsen, blaðmaður, tók myndina. Søren hevði framløgu við heitinum "Project 6000+".

Johan Dahl og Søren Bruhn práta saman í VB-húsinum. Áki Bertholdsen tók myndina.

Valkyrjurnar eru væl nøgdar við fundin, sum vit skipaðu fyri í Vági um kommunusamanlegging. Bæði suðringar og fjølmiðlar hava víst fundinum stóran áhuga. Blaðfólk frá Sosialinum/Portalinum var eisini við á fundinum. Eitt sum kanska gjørdi onkran bilsnan, var tað, at borgmeistarin í Vági, Kirstin Strøm Bech, sum fyrr hevur verið ímóti, at Suðuroyggin skuldi gerast ein kommuna, nú hevur broytt støðu og erligt greiddi frá, at hon hetta seinasta árið hevur broytt støðu hesum viðvíkjandi. Hon leggur tó treytir við og vil ikki leggja saman við Tvøroyrar kommunu fyri ein hvønn prís. Tað vóru fleiri av fundarfolkunum, sum søgdu seg taka hattin av fyri Kirstin, av tí at hon hevði dirvi til at siga frá um sína broyttu støðutakan. Kirstin Strøm Bech mælir til, at ein nevnd verður sett við umboðum fra øllum kommunum í Suðuroy og fakfólkum, sum kunnu viðgera spurningin um samanlegging og gera uppskot til sáttmála, sum borgarnir so kunnu taka støðu til. Fleiri meiningar vóru, um hvørt hesin sáttmálin skal vera umfatandi ella heilt stuttur.

Fólk vóru ikki heilt samd, um Suðuroyggin skal vera ein kommuna ella fleiri, men tey flestu sum tóku orðið, ljóðaðu positiv. Fleiri tosaðu um, at eitt sum skuldi til var álit. Annars kann í stuttum sigast um fundin, at Anna Mortensen bjóðaði vælkomin, síðan hevði Rodmun Nielsen eitt rættiliga umfatandi innlegg um hansara royndir við kommunusamanlegging í Eysturoynni. Nógv høvdu eisini spurningar til hansara. Síðan hevði Kirstin Strøm Bech sítt innlegg, og spurningarnir vóru ikki færri tá. Aftaná framløguna hjá Kirstin og kjakið aftaná, var stuttur støðgur, síðan hevði Pauli Einarson sítt innlegg, har hann m.a. segði seg taka fult undir við at Suðuroy gjørdist ein kommuna og at hann hevur ein stóran meiriluta av tvøráfólki aftanfyri seg. Aðrir býráðspolitikkarir úr Vági og Tvøroyri tóku eisini orðið.

Langt um leingi slapp Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, at hava sína framløgu við heitinum "Project 6000+". Heitið sipar til, at hann hevur eina visjón um at fólkatalið í Suðuroy kann fara uppum 6000 fólk, um vit standa saman. Hann hevði eina sera postiva og visjónera framløgu, har hann m.a. legði dent á, at vit mugu standa saman og sjálvi skapa okkum karmar, sum gera Suðuroynna attraktiva fyri fólk sum ikki búgva í Suðuroynni at flyta suður her at búgva. Vit mugu hava ansing til øll børn, óansæð hvar í oynni ein velur at búgva og aðrar tænastur. Vit skulu ikki rokna við, at landsins leiðsla kemur okkum til hjálpar. Vit skulu og kunnu sjálvi.

Jógvan Mørkøre segði eisini nøkur orð um arbeiðsritið, sum Granskingardepilin fyri Økismenning júst hevur almannakunngjørt í dag (1. oktober 2008), álitið, sum er á 19 síður og ber heitið "Tilgongd til kommunusamanlegging í Suðuroy" er at finna á http://www.region.fo/Arbeidsrit/Arbeidsrit_19-2008.pdf. At enda takkaði Eileen Sandá frá Valkyrjunum fyri ein góðan, áhugaverdan fund og eitt gott kjak.