Valkyrjurnar - Kvinnufelag í Suðuroy - www.valkyrjurnar.org
Tíðindaskriv
Kjakfundur um fosturtøku og sterilisationValkyrjurnar í Suðuroy vilja varpa ljós á ymisk tabuevni við at kjakast um tey. Herfyri hittust limir í Valkyrjunum so at kjakast um fosturtøku. Tiltakið, sum var í Ruth Smith savninum í Vági, var bert fyri limir felagsins. Einar fjúrtan kvinnur vóru á fundinum, sum snúði seg um fosturtøkulógina og sterilisatiónslógina. Eingin beinleiðis niðurstøða um ein felags hugburð til lógina varð gjørd á fundinum, men allar vóru tó samdar um, at lógin er ótíðarhóskandi og dentur varð lagdur á, at spurningurin um fosturtøku eigur at vera avgerðin hjá teirri einstøku kvinnuni fyrst og fremst. Sum nú er, er tað læknin hjá viðkomandi, sum, saman við einum øðrum lækna, tekur avgerðina fyri ein. Ein avleiðing av hesum er, at nógvar kvinnur enn í dag fara til Danmarkar at fáa fosturtøku um læknin sigur nei til fosturtøku. Í Føroyun eru vit fordómsfull mótvegis ungum kvinnum, sum gerðast við barn, og okkara almannaverk megnar ikki at bjóða børnum nóg góðar umstøður at vaksa upp í, um foreldrini ella tann unga mamman er illa fyri fíggjarliga ella er lesandi. Tað hongur jú als ikki saman við strongu fosturtøkulógini. Sum ein av fundarluttakarunum so rámandi segði: ”Tú hevur hvørki møguleika fyri at velja barnið til ella frá”. Men eitt framstig er tað so, at iðranarbollin fæst í hondkeyp í Føroyum. Í sambandi við sterilisatión bleiv umrøtt, hvussu ringt tað er hjá eini kvinnu at blíva steriliserað, og hvussu niðurgerðandi og long tilgongdin er. Fyrst skal skrivast eitt langt bræv, har ein greiðir fra sínum lívi og útgreinar hví man vil blíva steriliserað. Síðani skal læknin hjá viðkomandi meta um hvørt hann heldur tað vera ráðiligt at kvinnan letur seg sterilisera, hareftir skal umsóknin viðgerðast av teimum 5 fólkunum, sum sita í sterilisatións nevndini. Hetta er ein drúgv tilgongd. Eftir lógini ikki eiga tað ikki at ganga fleiri enn seks mánaðir frá tí at loyvi er givið frá sterilisatións nevndini til sterilisatiónin kann fremjast, men samlaða bíðitíðin kann gerðast rættiliga drúgv. Fyri giftar menn og kvinnur er tað so, at hjúnafelagin ífylgi lógini skal játta, at konan ella maðurin kann lata seg sterilisera, men hjá manninum er vanlig siðvenja, at konuni ikki nýtist at játta hetta. Hjá eini kvinnu er sterilisatión ein skurðviðgerð við einum potentiellum lívsvanda. Haraftur ímóti er tað hjá einum manni ógvuliga einfalt at blíva steriliseraður. Hann kann blíva steriliseraður á skaðastovuni, tað tekur nakrar fáa minuttir og krevur onga inlegging. Kortini verða nógv fleiri kvinnur enn menn steriliseraðar í Føroyum. Í grannalondum okkara er tað øvugta galdandi.
|
Fundurin um fosturtøku var 9. apríl 2008. Kvinnurnar sum møttar vóru komu úr allari oynni. Tíðindaskrivið omanfyri var á Suðuroyarportalinum 14. apríl 2008.
Viðkomandi slóðir: Lóg um fosturtøku (fosturtøkulógin) frá 1956 - Lóg um sterilisatión (sterilisatiónslógin) frá 1967 - Heilsulýsing Landslæknans 2006 (hagtøl um fosturtøku (abort) og sterilisatión á síðunum 21-24). Hagtølini hjá Landslæknanum eru bæði føroysk og norðurlendsk, heimasíðan er www.landslaeknin.fo.
Hetta tíðindaskrivið var lagt á heimasíðuna hjá Valkyrjunum 16. apríl 2008. Seinni verður møguliga ein fundarfrágreiðing um hendan kjakfundin løgd á heimasíðu okkara.
Leitiorð: abort, fosturtøka, sterilisatión, lóg, lov, Føroyar, Færøerne, kvinna, kvinnur, maður, menn, svangerskab, svangerskabsafbrydelse, viðgonga, graviditet, uppá vegin