www.valkyrjurnar.org Kvinnufelag fyri kvinnur í Suðuroy
Valkyrjurnar
tankin viljin gerðin
Uppruni
Valkyrjurnar er eitt kvinnufelag í Suðuroynni, stovnað 30. januar 2008. Felagið er sprottið úr demokratiseringsferðini hjá Demokratiu (fyrr nevnd: nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki), sum í november 2007 hevði økisfund í Øravík. Tað kvøldið, tá Demokratia kunnaði um kvinnur í politikki, bleiv kjakið somikið áhugavert, at kvinnurnar, ið vóru komnar saman tað kvøldið, avgjørdu at hittast aftur. Tað bleiv so gjørt í Stóra Pakkhúsi í Vági 5. desembur 2007, har avgjørt varð at seta á stovn eitt felag fyri kvinnur í suðuroynni. Felagið bleiv stovnað 30. januar 2008 og fekk navnið Valkyrjurnar. Vit funnu fram til navnið, áðrenn sjálvt felagið bleiv stovnað, tað var í samband við, at vit skipaðu fyri valkafé fyri kvinnuligu valevnini í Suðuroy 12. januar 2008, eina viku áðrenn løgtingsvalið.
Endamál
Vit ynskja at skapa eitt netverk fyri kvinnur í Suðuroynni, og arbeiða fyri, at kvinnur gerast meiri sjónligar í almenna rúminum. Ætlanin er at skipa fyri ymiskum tiltøkum, eitt nú fyrilestrum, tiltaki, skeiðum, kjakfundum, bókakvøldum v.m. umframt at skipa fyri onkrum tiltaki 8. mars, sum er altjóða kvinnudagur.
Um heitið “Valkyrjurnar”
Valkyrjan sigst at búgva í hjartanum á hvørji kvinnu, hon er tankin og viljin! Valkyrjurnar stava frá Norrønu Gudalæruni, tær eru kvinnuliga mótstykkið til einherjan, eitt slag av krígsgudinnum, oftast myndaðar í vøkrum kjólum, við veingjum og í brynju og hjálmi. Av kendum valkyrjum kunnu nevnast; Gunn, Hildur og Brynhild.
Í heitinum liggur eisini eitt orðaspæl. Tað fyrsta tiltakið hjá valkyrjunum var at skipa fyri eini valkafé við kvinnuligu valevnunum í Suðuroynni til løgtingsvalið 2008.
Heimasíða okkara er www.valkyrjurnar.org
Teldupost adressan er: valkyrjurnar@valkyrjurnar.org