|
|
|
|
Pakkhús 4 á Tvøroyri læt upp 20. Apríl 2008. »
|

Anna Mortensen, leiðari og Andrias Strøm Rødgaard
|
|
Tann 11 ára gamli Andreas Rødgaard vann kappingina um navn til ungdómshúsið á Tvøroyri. Ungdómshúsið eitur Pakkhús 4, og tað var formaðurin í Mentunarnevnd Tvøroyrar Býráðs, Sverri Midjord, ið avdúkaði navnið á samkomu í ungdómshúsinum í dag, í samband við at ungdómshúsið lat upp. |

Samkoman byrjaði kl. 14.00 við at tónleikabólkurin NO REFUND spældi góðan tónleik í 1 tíma. Bólkurin hevði hesa løtuna eisini frumframførslu av lagnum Angel, sum gittarspælarin Herman Christiansen hevði gjørt. |
|
|

Pakkhús 4 verður opið týsdag, ónsdag og fríggjadag. Húsið verður opið fyri teimum, sum ganga í 4.-7. flokki frá kl. 14.00 - 17.30, og frá kl.18.30 - 22.00 verður so opið fyri teimum eldru børnunum til kl.22.00. |
| |
|