valkyrjurnar.org

 

Valkyrjurnar

tankin - viljin - gerðin

 

 

Áhugafelag fyri kvinnur í Suðuroy

 

   

 

Valkafé í Pubbini á Tvøroyri 12. januar 2008. »

 

Á myndini omanfyri eru Elin Vang, valevni fyri Fólkaflokkin, Anna Brattaberg Samuelsen og Sirið Stenberg sum báðar vóru valevni fyri Tjóðveldi.

Anna Kirstin og Maud lurta spentar.

Nógv fólk lurta.

Tróndur Enni syngur, Elin, Anna og Sirið síggjast aftanfyri.

Áhoyrarar.

 

4 valevni síggjast á hesi myndini, frá vinstru eru tær: Maria Joensen, Javnaðarflokkurin, Sirið Stenberg, Anna B. Samuelsen, tjóðveldi og Marjun Olsen fyri Sambandsflokkin.

Marjun Olsen og Aggi Ásgeirsdóttir kjakast í pausuni meðan Trondur Enni syngur.

Elin Vang tosar um ungdómspolitikk. Nita Næs, Javnaðarflokkurin og Eileen Sandá, Sjálvstýrisflokkurin sita eisini við borðið.

Systrarnar báðar Maud og Nita Næs úr Hvalba.

Valkyrjurnar er eitt nýstovnað kvinnufelag í Suðuroynni. Fyrsta tiltak, ið Valkyrjurnar skipaðu fyri var ein valkafé við kvinnuligu valevnunum í Suðuroy eina viku áðrenn løgtingsvalið sum varð 19. januar 2008.

 

Tíðindi »

 

Forkvinnan leiðari av ungdómshúsinum á Tvøroyri

 

Í dag 25. feb. 08 fekk forkvinnan í Valkyrjunum Anna Mortensen at vita, at hon er sett sum leiðari av ungdómshúsinum á Tvøroyri. Hon byrjar í nýggja starvinum 1. mars. Anna er útbúgvin handarbeiðslærari og hevur havt egna fyritøku PAU, har hon seymaði klæðir. Anna gleðir seg til uppgávuna. Allar hinar valkyrjurnar ynskja Onnu hjartaliga tillukku við nýggja starvinum. Les meira á Suðuroyarportalinum.

 

Altjóða kvinnudagurin 8. mars 2008 »

Valkyrjurnar fara at skipa fyri 8. mars haldi í Suðuroynni í ár. Tiltakið verður á Tvøroyri leygardagin 8. mars 2008 kl. 13-16. Á skránni verða 4 kvinnur sum halda fyrilestur um fjølbroytt evni. Tvær koma norðanfjørðs, meðan tvær eru lokalar. Eisini verður ábit, vælkomstdrykkur og tónleikur við ungu Rebekku Søndergaard Mortensen, sum er uppvaksin niðri men í løtuni býr í Hvalba. Kom og hoyr um tara, útbúgvingar, vinnu, kvinnur í Suðuroy, harðskap móti kvinnum o.a. Nevnast kann, at Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, fer at halda fyrilestur um vinnumøguleikar í Suðuroy. Les skránna her.

 

Viðtøkur »

Endamál og uppruni »

 

Valkyrjurnar.org © 2008 • valkyrjurnar(kurla)valkyrjurnar.org