Valkyrjurnar - Kvinnufelag fyri kvinnur í Suðuroynni www.valkyrjurnar.org
Valkyrjurnar skipaðu fyri 8. mars tiltaki í pub og kaféini á Tvøroyri leygardagin 8. mars 2008. Til hetta høvi varð sangur yrktur og vit sungu hann í felag. Rebekka Søndergaard Mortensen sang fyri og spældi gittar og so sungu vit allar/øll við. Vit hava fingið loyvi at seta sangin á heimasíðuna hjá Valkyrjunum, sí niðanfyri.
Lag: "Kvinde min" hjá Kim Larsen
Valkyrjufelag - eru vit Í suðri halda til Vit vilja menna oss og vit vilja demokrati Kvinnufelag eru vit Í felag síggja mál Leiðin fram er bjørt og vit vilja menna sál Vit eru tankin, ja,ja. Vit eru viljin, ja, ja. Ein felagsnevnara – tað hava vit Og tað er demokrati Í landinum, ja, ja, ja,.. Ja, oh, ja Í heiminum ja,ja,ja, ja... Í okkar vøkru oyggj, .. Vit byrja her .... ja, beint her.. Tí, her búgva vit Og fylkjast vit Ja. fylgjast vit Valkyrjufelag eru vit Har gerðin – fær sín mátt Netverka – Yahoo -a Tíðliga og á nátt. Vit hava hjørtu, ja, ja. Og har býr viljin, ja, ja Ein sannan arbeiðshug – tað hava vit Vit vilja demokrati Í landinum, ja, ja.... Ja, oh ja Í heiminum ja,ja,ja, ja... Í okkar vøkru oyggj, .. Vit byrja her .... ja, beint her.. Tí, her búgva vit Og fylkjast vit. Ja, fylgjast vit Vit fara ei í Óðinshøll Vit liva her og nú Á hesum kvinnudegi: Ver vælkomin tú!!! Ja, ver vælkomin, ja ja Tað siga vit, ja, ja, ja Við felagsrødd – vit kvinnuhøvd vit fylkjast her í dag Á pubbini, ja,ja Ja, oh ja Í heiminum ja, ja, ja Altjóða kvinnudagur er í dag Vit hvessa vit - í systralag Vælkomin tú. Og tú og tú.
Rebekka Søndergaard Mortensen syngur valkyrjusangin Fólk sita og lurta á pubbini 8. mars 2008 eftir fyrilestrum og sangi
